Mamman fekk næstan fýra ára fongsulsrevsing


Danska kvinnan, sum gjørdi seg kynsliga inn á fýra ára gamla sonin, er dømd 3 ár og 9 mánaðir fongsulsrevsing.



Mamman gjørdi seg inn á sonin yvir eitt tríggjar mánaðir langt tíðarskeið. Sambært donsku løgregluna gjørdi hon tað, tí at ein 42 ára gamal føroyingar eggjaði hana til tað.



Mamman tók myndir og sjónbond av áganginum og sendi fleiri myndir av tí til føroyingin.



Mamman játtaði seg seka í ákærunum. Ákærin vildi hava mammuna dømda 5 ára fongsulsrevsing, skrivar eb.dk.



Ákæran ljóðaði á, at mamman misnýtti drongin 20 ferðir við øðrum kynsligum sambandi enn samlegu.



Minst 10 ferðir var drongurin út fyri blygdanarskemd. Mamman royndi eisini at neyðtaka dreingin, men tað eydnaðist ikki grundað hansara manglandi evnum til hetta.



Í øllum førunum hendi ágangurin, eftir at ein 42 ára gamal føroyingur eggjaði kvinnuna til tað.



Sakin móti føroyinginum hevur bíðað, til mamman varð dømd. Hann verður ákærdur fyri at hava eggjað mammuna til ágangin. Maðurin varð varðhaldsfongslaður í oktober. Hann noktar seg sekan.



Mamman varð handtikin 19. september í fjør og síðani varðhaldsfongslað inntil nú. Kvinnan hevur biðið um umráðingartíð hvørt hon vil kæra dómin