Manchester City sigraði í evstu løtu


Fyrsta hálvfinalan í Carabao Cup varð spæld í kvøld, og tað vórðu favorittarnir úr Manchester City, sum sigraðu á Bristol City.





Bristol City hevði eina torføra uppgávu fyri framman á útivølli móti oddaliðinum í Premier League. Men sigurin á Manchester United í seinastu rundu gav teimum vón.



Tað var eisini Bristol City, sum legði seg á odda eftir 44 minuttir, tá John Stones feldi Bristol City leikaran Bobby Reid í brotsteiginum. Bobby Reid tók sær sjálvur av brotssparkinum og legði gestirnar á odda 0-1.



Tá 55 minuttir vóru leiktir, fekk Kevin De Bruyne bóltin á egnari hálvu, rann fram til brotsteigin hjá Bristol, spældi bóltin út til Raheem Sterling, sum spældi bóltin beint aftur til Kevin De Bruyne, og kundi hann lættliga sparka bóltin í málið til støðuna 1-1.



Dysturin varð ikki avgjørdur fyrrenn 92 minuttir vóru spældir, tá Bernardo Silva sendi ein bólt inn í brotsteigin. Beint framman fyri Bristol City málverjanum stakk Sergio Aguero høvdið upp og skallaði bóltin í málið til endaligu støðuna 2-1.



Liðini skulu spæla seinnu hálvfinaluna 23. januar.



Í morgin er aftur hálvfinala í Carabao Cup. Tá tekur Chelsea ímóti Arsenal.