Marglætis ferðafólkaísbrótari skal sigla til Norðurpólin



Norska skipasmiðjan, Vard Søviknes, skal komandi árini byggja heimsins fyrsta ferðafólkaskip, ið er serliga bygt til at sigla til og frá Norðurpólinum.





Tað er franska marglætisskipafelagið Pontant, ið hevur bílagt skipið, ið fær navnið ”Pontant Icebreaker”.





Skipið verður væntandi liðugt í 2021, og fer at kosta yvir tvær milliardir krónur, skrivar arktisknyt.dk





Skipið verður sostatt fyrsta skip, ið ikki er kjarnorkudrivið, sum siglir til og frá Norðurpólinum. Í løtuni er tað einans ein uppgáva, sum teir størstu russisku ísbrótararnir megna. Russisku ísbrótararnir gera í løtuni tvær til tríggjar slíkar ferðir um árið. Men talan er einans um hjáuppgávur um summarið hjá ísbrótarunum, ið ikki eru innrættaðir sum ferðamannaskip í marglætisflokkinum.





”Pontant Icebreaker” verður sostatt fyrsta skip, ið er bygt til at føra ferðafólk til Norðurpólin. Tað verður eisini heimsins fyrsta ferðafólkaskip, bygd sum sonevndur Polar Class 2-ísbrótari og eisini heimsins fyrsta ferðafólkaskip, ið verður eitt sokallað hybrid-skip, drivið av jarðgassi og ravmagni.





Aker Arctic í Finnlandi og Stirling Design International hava teknað skipið. ”Pontant Icebreaker” fer, eins og nýggju skipini ”Roald Amundsen” og ”Fridtjof Nansen” hjá norsku Hurtigruten, at hava battarí umborð. Men Pontant fer víðari á grønu leiðini við eisini at brúka jarðgass sum brennievni.





Plass verður fyri 270 ferðafólkum í 175 kahúttum umborð á ”Pontant Icebreaker”. Manningin fer at telja 180. Skipið verður 150 metrar langt og umborð verða eisini tvær tyrlur og 12 gummibátar, skrivar arktisknyt.dk.