Motorsúkkla rendi á bil í Hvalvík


Um eitt tíðina í dag fekk løgreglan boð um at ein motorsúkkla hevði rent á ein bil í Hvalvík.

Motorsúkkluførarin hevur helst verið ov óansin tá hann rendi í aftara enda á bilinum við innkoyringina til Hvalvíkar.



Førarin á motorsúkkluni, sum var við vit, varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar.