Múlaosturin varð væl móttikin



Fyrsta partí av sonevnda Múlaostinum, ið er turkaður í føroyskum hjalli, fekk sera góða móttøku og er nú útselt, upplýsir Johan Mortensen, stigtakari.





Talan er um danskan ost, framleiddur av dygdarframleiðaranum Arla Unika, ið verður hongdur upp í føroyskum hjallum at turka og harvið geva ostunum ein enn betri smakk.





Ostarnir hanga í hjalli í eitt ár upp í 14 mánaðir, so framleiðslan er avmarkað. Næsta sølan av ostinum verður í páskavikuni, verður upplýst.





Stigtakarin sigur, at tomat, marmuláta ella dadlur geva eitt gott mótspæl til turra og harða ostin. Eisini verður mælt til at drekka hvítvín av chardonnay drúvuni afturvið ella eina hveitiøl.





Eitt ummæli av ostinum kann lesast her