Myndir: Heil hús flutt av Landavegnum út á Argir

Eini hús, sum stóðu í vegin fyri útbygging av einum handli við Landavegin í Havn, vórðu í nátt flutt í heilum líki út á Hamrin á Argjum.





Vegirnir mátti steingjast fyri vanliga ferðslu meðan stóri og breiði flutningurin fór fram í eini ferð millum 10 og 15 kilometrar um tíman. Portalurin skilir á lagnum, at flutningurin gekk væl, og at húsini nú eru komin upp á pláss á nýggju grundini í øllum góðum.

Articon stóð fyri arbeiðinum at flyta húsini.





Myndirnar hevur Olaf Olsen tikið

[Teksturin dagførdur kl. 10.53]