Myndir: Victoria’s Secret 2017


Árliga Victoria’s Secret Fashion Show var í síðstu viku í Shangai í Kina, men ikki fyrr enn í kvøld verður tað sent fyri fyrstu ferð á sjónvarpsrásini CBS.





“Einglarnir”, sum útvaldu modellirnar til mótasýningina verða róptar, vísa nýggjastu pløggini frá heimsins størsta framleiðara av undirklæðum, Victoria’s Secret.





Mótasýningin er altíð stórsligin og stór nøvn sum bretski sangarin Harry Styles og kinesiska sangarinnan Jane Zhang framførdu.





Njótið myndirnar frá EPA niðanfyri.