Myndir: Við 88 ára gomlum Rolls Royce til Føroya at keypa pizza







Ein herligur bilur vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hjúnini Willemien Aan de Stegge og Anton Aan de Stegge úr Amsterdam ferðast við 88 ára gamla bili sínum, einum Rolls Royce Phantom 1 Antonoff, tvær ferðir um árið, og nú var túrurin komin til Føroya.




Spurdur hvat tey gera í Føroyum, svarar Aan de Stegge skemtiliga, at tey eru komin her at keypa sær eina pizza, og hyggur upp á Pizza King í Vágsbotni.




Tað er nú ikki sannleikin, tí talan er um eina heimsferð, sum byrjaði fyri fimm árum síðani. Tey hava millum annað verið í Ný Sælandi, Avstralia og Indonesia. Í dag fara tey víðari til Íslands.




Bilurin er frá 1926, og spurdur, hví tey koyra runt í einum slíkum, svarar Aan de Stegge, ið má sigast at vera ein skemtiligur maður:




- Eingin fær seg til at stjala ein slíkan bil, men so leggur hann afturat:




- Tí at tað er ein orkumikil bilur, ið klárar allar avbjóðingar. Eitt nú var ikki serliga framkomandi í Mongolia. Bilurin hevur fýrahjólstrekk. Tú mást hava ein álítandi bil - Rolls Royce eru álítandi - eisini hóast bilurin er 88 ára gamal.




Bilin, sum er úr aluminium fingu tey fyri umleið 10 árum síðani. Hann er høvuðsumvældur allur sum hann er.