Nakað av avfalli í nátt


Veðurstovurnar boða frá nakað av kava í kvøld og í nátt. Sambært norsku veðurstovuni YR fer at kava í pørtum av landinum til tíðliga í morginárini.






Nógvi vindurin heldur eisini fram. Í nátt verður 15 til 22 m/s av norði og útnyrðingi við hvirlum av í stormstyrki, upp til 30 m/s. Tað verður millum 1 stig og 3 kuldastig.





Í morgin verður vindurin minkandi, kavi, vátaslettingur og møguliga regn. Tó verður ikki lýggjari fyrr enn sunnudagin, so møguleiki er fyri, at kavin verður liggjandi í nakrar dagar.





Longu nú kavar í fleiri støðum kring landið, og nógvur vindur er eisini. Tí fýkur illa og koyrilíkindindi eru vánalig.





Landsverk boðar frá hálku og mælir frá allari óneyðugari koyring.





Fylg veðrinum her