Nógv fólk á Vaglinum til stuðulstiltakið


Nógv fólk eru møtt upp til stuðulstiltakið til frama fyri námsfrøðingunum á Vaglinum í dag.





Fyrr í dag høvdu upp móti 200 fólkum boða frá á facebook, at tey fóru til stuðulstiltaki, og nú tiltakið er, eru fleiri, sum vísa sín stuðul.



Harumframt hava fleiri enn 1400 fólk hava skrivað undir uppá, at tey stuðla pedagogunum í teirra roynd, at fáa betri lønarviðurskifti.