Norskt felag heldur fram at keypa partar av Faroe Petroleum


Norska oljufelagið DNO, sum herfyri keypti ein stóran bita av oljufelagnum Faroe Petroleum, heldur eftir øllum at døma fram við at keypa partabrøv í Faroe, sum tað eisini verður nevnt í altjóða miðlum. DNO hevur sambært miðlum í bæði Norra og Skotlandi um vikuskiftið keypt nøkur prosent aftrat í felagnum, soleiðis at tess ognarpartur nú er 28,7%.



Í farnu viku vórðu stóru tíðindini í oljumiðlaverðini, at DNO í trimum umførum hevði keypt tilsamans 27% av Faroe Petroleum her fyrst og fremst stóra ognarpartin hjá einum ísraelskum felag, Delek.  Umboð fyri DNO gjørdu tó greitt, at tað var ikki ætlanin at keypa upp meirilutan í felagnum. DNO segði í eini viðmerking, at tað stuðlaði leiðsluni í felagnum í tess royndum at vaksa um sítt virksemi í Norðsjónum. Sambært bretskari lóg skal tað ganga eitt hálvt ár frá tí, at eitt felag hevur keypt upp 30% av øðrum felag til tað kann bjóða uppá alt felagið tvs. yvirtaka tað skrivar Energy Voice, sum eins og Faroe Petroleum hevur heimstað í Aberdeen.

Herfyri úttalaði sjórin í Energy Institute við lærda háskúlan í Aberedeen, John Scrimgeour, at DNO var í ferð við at yvirtaka Faroe Petroleum við sínum uppkeypum. Hví skuldi tað annars keypa so stórar partar av felagnum spurdi hann. 



Norska felagið DNO, sum fyrr hevði heitið: ”Det Norske Oljeselskab” og sum er tað elsta í Noregi frá 1972, hevur seinastu árini virkað í kurdiska partinum av Iraq. Nú hevur tað so vent eygunum aftur móti Norðsjóvarleiðunum.