Prógvhandan á Sjónámi: - Nú hava tit kommandoina

Fríggjadagin var prógvhandan á Sjónámi í Klaksvík.

Her fingu 16 mans prógv sum skiparar og 11 fingu sjóvinnufloksprógv handað frá leiðaranum á Sjónámi, Hanusi Kjølbro.

Í hesum sambandi helt Eyðstein Poulsen ein talu, har hann kom inn á tað at ganga í skúla, sum hann sjálvur hevði gjørt tað í síni tíð.

- Eftir hart stríð eru tit komnir inn um ta teoretisku mállinjuna. Onkrir fara møguliga víðari í lesnaði, onkur fer í fiskivinnuna og uppaftur aðrir fara í oljuvinnuna.

- Møguliga situr onkur ímillum okkum her í dag, ið verður skipari á tí palli, ið finnur ta fyrstu føroysku oljuna. Hvør veit?, segði hann.

Og hann helt fram við at vísa teimum á týdningin av teirri útbúgvingini, ið teir nú hava lokið. 
Eyðstein bað teir snøgt sagt um at sikta høgt:

- Sikti eftir mánanum, so raka tit stjørnurnar


KOMMANDO
Sum gamal næmingur – og sum núverandi næmingur á øðrum lærustovni – visti hann alt um, hvussu strævið tað kann vera at lesa til roynd.

- Síðsta tíðin hevur verið merkt av terping. Tit hava sitið út á næturnar á tykkara fløtu, og hava terpað ástøðiligar meginreglur. Men nú er hetta liðugt.

Eyðstein hevði í hesum sambandi eina áheitan á teir, ið eru lidnir sum skiparar:

- Tit skiparar: Nú er tíðin komin til at sløkkja tær báðar reyðu lanternurnar á mastrini, ið merkja “skib ikke under komando”.

- Tit eiga at tendra tað hvíta bjarta toppljósið, so tit klárt og týðiligt vísa tykkara umhvørvi, at tað eru tit, ið nú hava yvirtikið komando'ina, segði Eyðstein Poulsen millum annað í røðu síni. (Røðan verður prentað í heilum líki her niðanfyri).




Myndirnar niðanfyri eru frá prógvhandanini, og hevur Bárður Lydersen tikið tær. Trýst á STØRRI MYND.


 - - - - - - -

Røðan hjá Eyðstein Poulsen:


Fyri fleiri av tykkum, er henda løtan
uttan iva eitt vendipunkt í tykkara lívi. Tí er tað
mær ein heiður 
at sleppa framat ein dag sum hendan. Eg
fari at 
royna við nøkrum fátækum orðum, at
ynskja 
tykkum – havsins synum - eina bjarta
framtíð og 
blíðan byr á tykkara lívsleið.

Tað er ikki sørt, at ein dagur sum
hesin, har prógv 
verða handað, kveikja minnir og
kenslur í mínum 
hugaheimi.

Sjálvt um tað eru 18 ár síðan, at
eg sum 20 ára 
gamal - onkursvegna fekk skrumblað meg
ígjøgnum 
skiparaskúlan - so kennist hendan
tíðin, sum tað 
var í gjár.




NERVAPIRRANDI
Eg minnist
kensluna av hørðum arbeiði - longum døgum og nervapirrandi próvtøkum.
Hatta við 
nervapirrandi, tá meini eg við hinar
– ikki meg. 

Jú, víst var hetta ein tíð, har man
livdi í nú-inum og 
á ongan hátt hugsaði 18 ár fram í
tíðina.

At eg í dag standi her í Sjónám í
Klaksvík og haldi røðu fyri tykkum - er í roynd og
veru mín fyrsta 
próvtøka her í Sjónám, fyrrverandi
Klaksvíkar 
Sjómansskúla. 

Nú veit eg ikki, um tað er at bannast
her, um eg 
nevni Skagen Skipperskole - kanska
stjórin ber yvir 
við mær - men mín skúlatíð var
donsk, har Skagen 
Skipperskole var karmur um hetta
tíðarskeiðið av 
mínum lívi.

Hetta tíðarskeið - 18 ár afturi í
tíðini - har eg kendi meg sum kong - og kláran at leggja
heimin fyri 
mínar føtur, er í dag tykkar
tíðarskeið.

Eg trúgvi, at eg veit, hvat eg tosi
um, tá eg sigi, at eg 
í ávísan mun, kann samkenna meg við
tykkara 
tíðarskeið, ið er í dag.

Tit, sum í dag eru eitt skiparaprógv
ríkari, hava 
gingið í hesum skúla í hálvtannað
ár. Hetta 
tíðarskeið er nú ein partur av
tykkara persónligheit 
- hetta tíðarskeið er nú partur av
tykkara samleika 
- og ikki minst, so er hetta tíðarskeið
nú ein søga í 
tykkara nútíð.


10 MINUTTIR
Ofta verður tikið til í spølni, at
tað er skjótt at 
ganga 10 minuttir. Hetta abstrakta og
onkisigandi 
úttalilsi, kann tó við djypri
umhugsni geva eina 
ávísa meining.

Hálvtannað ár fram í tíðina kann
tykjast langt og óyvirskoðiligt - og hyggja vit fram í
tíðina, so eru 
tað tey flestu av okkum, sum nýta
nógva tíð til at 
meta, diskutera og drála við at taka
avgerðir sum 
hesa, at fara í skúla og binda seg
til eitt nú 
hálvtannað ár.

Venda vit tí hinvegin, og líta
afturum bak, so trúgvi 
eg at flesir at tykkum – nú
skúlatíðin í Sjónám er av 
- standa spyrjandi yvirfyri - hvar
bleiv tíðin av?

Sama spurning seti eg mær sjálvum -
hvar bleiv tíðin av?

Hevði hetta lært okkum, at lívið
skal livast, og 
høvdu vit bert duga, at liva lívið
við tí veruleika, at 
tað veruliga er skjótt at ganga 10
min. Okkara 
livitíð sum menniskju, er bert eitt
mikroskopiskt 
tíðarsprell í breiðari merking.




LÆTT AT BERA
Ofta verður tikið til, at lærdómur
er lættur at bera, 
og er hetta fyri so vítt rætt. Tó er
tað mín vón, at vit 
sum fólk eisini duga at síggja virðir
í hesa íløgu, ið 
okkara demokratiska samfelag hevur
gjørt í 
okkum.

Vónandi eru vit etiskt determineraði
til at geva 
aftur til samfelagið - og á tann hátt
virða okkara 
forfedrar, ið hava lagt lunnar undir
tað vælferð, ið 
vit njóta í dag.

Lat ikki okkara 10 minuttir máa
grundarlagið 
undan okkara eftirkomarum. Lat okkum
heldur 
hinvegin byggja á teir varðar, ið
okkum vóru untir, 
so okkara eftirkomarar, kunnu við
virðing minnast 
okkum fyri okkara 10 minuttir.

Onki er av tilvild, um enn tilvildin
ræður. Við hesum orðavavstri, kunnu vit sjálvi í
ávísan mun 
ávirka okkara egnu lagnu. Hetta, at
ávirka og leiða, 
bæði fyri samfelagi, og seg sjálvan,
gevur framdrift, 
og áræði.

Orðatakið sigur - Eingin veit av
søtum at siga, fyrr 
enn hann á beiskum bítur. Lat tað
verða sagt, at 
onki er sjólívið bert ein dansur á
rósum. Tá harðast 
leikar á, og tykkara avgerðir, kunnu
standa um lív 
ella deyð fyri tey, ið rundan um
tykkum eru, verður 
tað tykkara persónligheit, við tí
lærdómi, ið tit hava 
tikið til tykkum, ið kemur at
avspegla hesar 
avgerðir. 



LEIÐARAR
Sum komandi leiðarar og sjómenn, kann
eg bert 
ynskja tykkum bestu eydnu á leiðini,
tá beiskir 
bitar kvala søta smakkin. Sum komandi
leiðarar, 
verður tað tykkara leiklutir at vísa
vegin tá harðast 
leikar á.

Tað skal vera mín áheitan til
tykkum, verið ikki ov 
stoltir, til at taka leiðbeiningar til
tykkum Men 
gloymi ongantíð “tað er bert ein
skipari á Polo”.

Ella fyri ikki at generalisera hesa
útsøgn, so hevur 
tað bert verið ein skipari á Polo,
tá eg sjálvur havi 
verið skipari.

Nú er nokk tosað um tann beiska
bitan. Lat okkum kvala henda beiska smakkin við einum
søtum bita.

Sjólívið, er sanniliga merkt av
nógvum góðum løtum, og mong tøtt vinarbond verða
knýtt á 
sjónum.

Sjólívið er enn ein rættiliga
mansdominerað verð. 
Onkur vildi sagt, at hetta er einasta
pláss í 
vesturheiminum, har menn veruliga kunnu
vera 
menn.

Jú sanniliga dregur sjógvurin. Hevur
ein fyrst fingið salt í æðrarnar, so er trupult at
sleppa av við ta 
atdráttarmegi, ið sjógvurin hevur.



SPEISKUR HUMOR
Nú eg síggi
fleiri av tykkum ungu gørpum, sum í dag hava lokið sjóvinnuprógv, so er
tað við einum 
speiskum smíli, at eg minnist aftur at
hesa tíð á 
sjónum.

Nú kenni eg ikki allar av tykkum,
møguliga onkur av tykkum ikki ætlar sær á sjógvin.
Men fyri meg 
var tíðin sum ungur sjómaður besta
tíðin í mínum 
lívi. Hesa tíð, hevði eg ikki ynskt
at verið fyri uttan.

Tann speiski humørurin, ofta svarti og
grovi 
humørurin, samantvinnaður við hart
arbeiði, gevur 
einum unglingi eina sanna kenslu av at
verða eitt 
mannfólk. Veit at hetta kann tykjast
at verða nakað 
primitivt fyri onkran av okkum, men
hetta er 
veruleikin, og satt at siga, so eri eg
stoltur av 
hesum veruleika.

Tiltikið er sjómansprát, og kanska
ikki fyri tað fína, 
men góði menn, hetta prát eiga vit –
lat okkum ikki 
skammast yvir at verða menn. Lat okkum
liva 
okkara lív, við virðing fyri hvørjum
øðrum og tí 
mentan, ið vit sjálvi skapa. Lat
okkum vera trúgvir 
ímóti okkum sjálvum og ikki bangnir
fyri at kalla 
eitt strúkijarn fyri eitt
strúkijarn.


OLJAN
Nú fari eg ikki at troytta tykkum
leingi afturat - og 
taka hátíðardámin úr hesi løtu.

Eftir hart stríð eru tit komnir inn
um ta teoretisku mállinjuna – onkrir møguliga fara
víðari í lesnaði, 
onkur fer í fiskivinnuna og uppaftur
aðrir fara í 
oljuvinnuna. Møguliga situr onkur
ímillum okkum 
her í dag, ið verður skipari á tí
palli, ið finnur tí 
fyrstu føroysku oljuna. Hvør veit?

Sikti eftir mánanum so raka tit
stjørnurnar

Síðsta tíðin hevur verið merkt av
terping. Tit hava 
sitið út á næturnar á tykkara
fløtu og terpað 
ástøðiligar meginreglur.

Tit hava uttan iva merkt pressið, har heilakyknurnar hava vent upp og niður
upp á 
tilveruna. Har prikk prikk strika
strika er blivið til 
prika prika strikk strikk, og ættirnar
hava fingið 
nýggj heiti sum landsynning vestan og
útnorðing 
eystan. Uttan iva hava tit eisini
lastað okkurt 
skipið, ið er koppað í fakinum
sjómansskap – meini 
at hetta framvegis er heitið á hesum
faki 
Í navigatión hava tit uttan iva siglt
tykkum sjálvar á 
land, í onkrum náttar roknistykki.

Nú tvørfakligheitin er inn, so hava
eg latið mær 
fortalt, at til próvtøkuroyndina hjá
skiparunum, 
varð ein av uppgávunum - ásiglingin
av Ågot og tí 
hurlivasa, ið tað hevði við sær.

Jú, mangt hava tit sitið við hesa
síðstu tíðina, og 
onkur búrgari er nokk komin niðurum
frá MC-grill 
- ella rættari Makkinum, ið forrestin
hevur
promoverar seg við “10 minuttum”.



SLØKKJA REYÐU LANTERNURNAR
Nú próvtøkan er liðug, vóni eg at
blóðtrýstið er 
komi niður á normala støði aftur,
og pulsurin fingið 
røttu taktina , eins og entusiastiska
stemman hjá 
Hanusi finnur sín veg út úr tykkara
tonkum, so tit 
aftur fáa hugsa sjálvir.

Og til tykkum skiparar: Nú er tíðin
komin til at 
sløkkja tær báðar reyðu
lanternurnar á mastrini, 
ið merkja “skib ikke under komando”
og tendra 
tað hvíta bjarta toppljósið, so tit
klárt og týðiligt 
vísa tykkara umhvørvi, at tað eru
tit, ið nú hava 
yvirtikið komando'ina.

Til síðst fari at takk leiðsluni á
Sjónám fyri hendan 
heiður, ið er mær vístir í dag –
og nú eg eri her, so 
kann eg til allar síðst siga, at tá
Hanus Kjølbro ringdi og 
heitti á meg um at røða her í dag,
so gjørdist eg 
skjótt greiðir yvir, at henda løtan
fyri meg var 
nostalgisk.

Eg hugdi í mítt gamla skiparaprógv,
ið mestsum liggur í gloymskunar bók – Eg hugdi
í vinnubrøvini, 
og mín sann um ikki trygdarskeiðið
var útgingið.

Tí fari eg at enda við einari
formligari tilmelding til næsta trygdarskeiði, ið verður í
hesum húsi.

Við hesum fari eg at ynskja tykkum
øllum hjartaliga 
tillukku við próvnum - og Guds ríku
signing á 
tykkara leið.

Takk fyri.