Nýggj veljarakanning: Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ein tingsess afturat


Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri missa ein tingsess hvør, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin standa í stað meðan stóru andstøðuflokkarnir Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fáa hvør sín tingsess afturat.





Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið og Miðlahúsið.





Stóri taparin í veljarakanningini er Javnaðarflokkurin, sum hevði fingið 20,9% av atkvøðunum, um val var í dag í mun til 25,1% á valinum í 2015. Hetta er ein afturgongd á 4,2%.





Fólkaflokkurin er flokkurin sum gongur mest fram, og hevur eina framgongd á 2,5% og kemur upp á 21,14% í mun til 18,9% á valinum seinast.





Fult yvirlit sæst á kvf.fo her