Nyggjur venjari í Real Madrid

Mauricio Pochettino, Arsene Wenger og aðrir hava verið settir í samband venjarastravið í Real Madrid. Tað gjørdist tøkt, eftir at Zinedine Zidane óvæntað legði frá sær fyri smáum tveimum vikum síðani.

Nýggi maðurin við róðrið er Julen Lopetegui. 51-ára gamli spaniólin skal standa á odda fyri spanska landsliðinum til HM-endaspæli. Lopetegui hevur havt starvið í tvey ár, men eftir HM bíðar ein nýggj, stór og spenanndi uppgáva. Samsarvið ímillum Lopetegui og Spania varð annars longt til 2020 fyri nøkrum vikum síðani.

Lopetegui er fyrrverandi málverji, ið hevur umboðað bæði Real Madrid og Barcelona. Fyri tíggju árum síðani var hann venjari hjá næstbesta liðinum hjá Real Madrid, og fyri nøkrum árum síðani stóð hann á odda fyri Porto. Hann hevur eisini vant fleiri ungdómslandslið hjá Spania.

Sáttmálin millum partarnir er galdandi í trý ár.