Kavaódn stongt fleiri vegir í Íslandi


Fleiri vegir eru stongdir í Íslandi og fólk vóru kavaði inni, eftir at eitt stórt lágtrýst flutti seg inn yvir Suðurísland og eystur um landið í gjár.



Harður vindur, nógvur kavi og ísakøld luft, sum flutti seg úr Grønlandi og til Íslands, førdi kavaódn við sær. Í støðum var kolandi stormur.



Tíðindamiðlarnir hava borið tíðindi um fólk, sum eru kavaði inni, um óhapp, og boðað hevur verið frá, at næstan allir vegir eru stongdir, skrivar Vísir.