Óður venjari fær 70.000 krónur í bót



Venjarin hjá West Ham United, Slaven Bilic, hevur fingið 8.000 pund í bót, svarandi til góðar 70.000 krónur, tí hann undir dysti leygardagin blakaði við eini mikrofon á síðulinjuni.





Slaven Bilic var sera ónøgdur, tá tað eydnaðist West Bromwich Albions at javna til 2-2 í seinastu minuttunum í Premier League dystinum..





Dagin eftir varð kroatiski venjarin skuldsettur av enska fótbóltssambandinum fyri hendingina, og nú er dómur fallin. Hann skal rinda 8.000 pund í bót.





Hjálparvenjarin hjá Bilic, Nikola Jurcevic, varð eisini skuldsettur tí hann í fyrra hálvleiki vísti sína ónøgd tá eitt mál til West Ham varð ógildað. Fyri hetta skal hjálparvenjarin eisini rinda góðar 70.000 krónur í bót, skrivar bold.dk.