Okkara Sangbók 2018 fer til prentingar 9. mai

Føroyingar hava nógv at gleða seg til, tí 9. mai fer Okkara Sangbók 2018 til prentingar. 

Tað er felagið SeDur við Signar í Homrum og Ernst S. Olsen, sum geva út nýggju sangbókina. 

Okkara Sangbók kom fyrstu ferð út í 2006 og hevur verið sera vælumtókt millum føroyingar. Nýggja sangbókin líkist nógv upprunaligu Okkara Sangbók, men tó er innihaldið dagført.

- Endamálið er at gera ein enn betri sangbók, sum verður tað náttúrliga valið, tá føroyingar syngja saman, sigur Signar í Homrum.