Óli og Alvi til Danish Open 2018


Útlitini til umfatandi verkfall í Danmark steðgaði ætlanunum hjá føroyska svimjilandsliðinum at luttaka á Danish Open 2018. Føroysku svimjararnir luttaka heldur á Bergen Swim Festival. Tó verður Danish Open ikki uttan føroyska luttøku.



Danska stevnan byrjar í morgin og tá fara Óli Mortensen og Alvi Hjelm at hoppa í svimjihylin. Danish Open er úttøkustevnan hjá dønum til altjóða meistarastevnus í summar.



Simjing.com skrivar, at Óli og Alvi vóru meldaðir til bæði Danish Open og Bergen Swim Festival, men nú verkfallið varð útsett, valdu teir at verða verandi í Keypmannahavn.



Danish Open byrjar í morgin. Óli svimur 800 frí í morgin, meðan Alvi svimur 400 blandað fríggjamorgun.