Óli var bestur á NM/NJM 2017


Óli Mortensen luttók bert í einari svimjikapping á NM/NJM 2017, men avrikið var so gott, at Óli var greitt bestur av øllum, sum luttóku. Hetta skrivar svimjing.com.





Óli luttók í 1500 metra frísvimjing, har hann vann gull og setti persónligt met við tíðini 15:02.27. Hendan tíðini gav 830 FINA stig og vóru hetta hægstu FINA stigini, sum vóru í kappingini.



Næstu Óla var danski Oskar Lindholm, sum, somuleiðis í 1500 frísvimjingini, svam 15:07.25, sum gevur 816 FINA stig.



Tað var tó ikki bara Óli, sum stóð seg væl. Signhild Joensen og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard svumu seg eisini í topp 10 listar yvir flest FINA stig.



Signhild fekk næst flest FINA stig hjá kvinnum, tá hon svam 2:09.32 í 200 metra ryggsvimjing. Hetta gav 783 FINA stig, bert 7 stig aftanfyri nummar 1.



Vár sníkti seg inn sum nr. 9 á topp 10 listanum yvir FINA stig hjá juniorum, tá hon í 4x200 metra liðsvimjingini, svam 2:02.18.