Olivur ikki víðari til live-framførslur í X Factor

Føroyski Olivur Bech Andreasen hevði í kvøld valt sær sangin "My Way" hjá Frank Sinatra til bootcamp í X Factor. Tað var dómarin Remee ikki glaður fyri og bað hann heldur syngja onkran norðurlendskan sang. 

Hóast eyka kjansin frá Remee, rakk tað tíverri ikki til at sleppa víðari til beinleiðis sendingarnar í X Factor, sum skulu byrja 23. februar.



Olivur Bech Andreasen framførdi annars sangin “The Gambler” hjá Kenny Rogers til Five Chair Challenge, sum var sera væl móttikin av bæði áhoyrarum og dómarum. At Olivur var so fjøltáttaður vísti seg tó at vera ein vansi heldur enn ein fyrimunur til endans.