Olivur til bootcamp í kvøld


Tað er í kvøld, at vit fáa at vita um Olivur Bech Andreasen sleppur víðari til sonevndu liveshows í X Factor.






Hetta verður tá bootcamp hjá Remee verður sent frá klokkan 19 á DR 1.





Olivur Bech Andreasen framførdi sangin “The Gambler” hjá Kenny Rogersa til Five Chair Challenge. Hetta var sera væl móttikið av bæði áhoyrarum á dómarum.





Halt kjaft tú ert góður, stól nú!, segði Blachman beint eftir framførsluna.





Men um tað er nokk hjá Remee til at geva Olivur møguleikan í beinleiðis sendingunum, sum byrja 23. februar, fer at vísa seg.





Omanfyri sæst framførslan hjá Olivuri í Five Chair Challenge.