Oljuprísur 80 dollarar um nøkur ár

Er tað nakað, sum mongu greinarafyritøkurnar á oljumarknaðinum eru ósamdar um, so er tað framtíðar oljuprísin. Soleiðis hevur tað verið, og soleiðis fer tað framhaldandi at vera. Nýggjastu metingarnar av oljuprísinum komandi fimm árini spenna tískil eisini víða, alt frá góðum 60 dollarum til 80 dollarar.





Ein av greinarafyritøkunum, BMI Research, heldur oljuprísurin í 2019 fer at liggja um 75 dollarar. Hinvegin heldur Bloomberg, sum javnan verður endurgivið fyri at meta rætt, hevur eina væl lægri meting. Oljuprísurin fer í 2019 í meðal at liggja um 63,5 dollarar fyri tunnuna heldur Bloomberg.



Tríva vit so í aftur metingina hjá BMI, fer oljuprísurin í 2020 at liggja um 78 dollarar, áðrenn hann í 2021 og 2022 fer at hála seg nakað longur upp og gerast 80 dollarar. Taka vit so Bloomberg, tá verður meðal oljuprísurin í 2020 65 dollarar og í 2021 67,5 dollarar.





Hyggja vit so eftir verandi árinum, 2018, metir BMI oljuprísin til 67 dollarar. Bloomberg liggur nakað lægri, á 63,8 dollarum.





Óvissan um framtíðar oljuprísin er sum vera man merkt av fleiri ymiskum viðurskiftum. Størsta hóttan í løtuni móti einum støðugum og høgum oljuprísi er fyrst og fremst amerikanska skifurframleiðslan. Tess meiri skifurgass og –olja kemur á marknaðin, tess størri er møguleikin fyri, at oljuprísurin lækkar. Framleiðslan verður størri enn eftirspurningurin. Og goymslurnar fyllast. Men tað er so eisini bara ein spurningur um tíð, til eftirspurningurin aftur fer at vaksa – hetta vegna minkandi leiting og størri búskaparvøkstri í Asia.





Enn ein faktorur, sum hevur týdning fyri framtíðar oljuprísin, er framleiðsluloftið, sum Opec og Russland hava sett til at vara árið út. Aftrat hesum koma so viðurskifti, sum veðurlagið og kríggj hava ávirkan á.





Fram til prísskædlið í 2014 var oljuprísurin oman fyri 100 dollarar. Tvey ár seinni, í 2016, var hann niðri á 28 dollarum. Tvs. at hann lækkaði við góðum 70 dollarum eftir góðum tveimum árum.





Kelda: Rigzone