Onkur stovnað falskan Facebookprofil av borgarstjóranum


Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, ger í kvøld vart við, at onkur hevur gjørtt ein falskan Facebookprofil í hennara navnið.






- Hetta er at fara út um øll mørk. Kann fráboða viðkomandi, at farið verður víðari í hesum málið, skrivar borgarstjórin á Facebook.





Seinastu dagarnir hevur Miðlahúsið skrivað um ósemjuna millum fólkafloksfólk, at Annika Olsen gjørdist fyrsti borgarstjóri í Føroyum at gifta eitt samkynt par.





Um hetta er orsøkin til, at profilurin er gjørdur er tó sjálvandi óvist.





Í øllum førum ætlar Annika Olsen ikki at lata hetta fara aftur við borðinum.