Patrice Evra er aftur í Premier Leauge


Fyrrverandi Manchester United verjuleikarin, Patrice Evra, er aftur í Premier League. 36 ára gamli Evra hevur skrivað undir við London felagið West Ham United.





Talan er um ein stuttan sáttmála. Sáttmálin er einans galdandi fram til í summar.



Patrice Evra bleiv koyrdur í Marseille í november, eftir at hann sparkaði ein fjeppara í andlitið í einum Europa League dysti.



Síðani hendingina hevur Patrice Evra ikki spælt fótbólt. Nú far hann kjansin í West Ham, sum hevur stórar trupulleikar í hópinum. Fleiri spælarar eru skaddir, og vinstri bakkurin Arthur Masuaku, er leikbannaður í fýra dystir, fyri at hava spýtt eftir einum mótstøðuleikara.