Prestur: Sekularisma fær ein at føla seg hevjaðan yvir onnur

Prædikan, sum Jákup E. Petersen helt í Argja kirkju í gjár, hevur verið nógv umrødd millum fólk seinasta døgnið. Hon viðger rák, sum eru frammi beint nú, kanska serliga í sambandi við sendirøðina "Gud signi Føroyar", og prestur hevur gjørt tann beina at senda hana inn til Portal.fo, soleiðis at hon eisini kann lesast á skrift.

Vit endurgeva prædikuna í fullari longd niðanfyri:


Prædika hildin í Argja kirkju 22/4-18



Jákup E Petersen, prestur.



Sálmar: 1-329- 267-76- 201



Bíbliutekstur: Jóhannes Evangeliið 14,1-11



Prædika



Eg eri vegurin, sannleikin og lívið! Ongin kemur til faðirin uttan við mær!



Er hetta ikki júst kjarnu trupulleikin við allari religión / átrúnaði? At ”vit” hava rætt, meðan øll onnur taka feil?



Er hetta ikki júst orsøkin til alt ónt í heiminum í dag? Kríggj, terror, ósemjur, átrúnaðarkjak, lógarsmíð. Er størsta hóttanin móti friði ikki júst Jesu krav um at vera sannleikIN? 

Vildi tað ikki verið betri um vit øll kundu sungið við John Lennon: Ímynda tær, at ongin himmal er til – undir okkum onki helviti – og um ongin religión var til – ímynda tær øll, um menniskju livdu í friði saman!




Tað, sum eg nú sigi vil kanska undra onkran! Eg má siga, at eg eri púra samdur í atfinningini! Vit, sum kalla okkum kristin, mugu lurta væl og longi eftir øllum atfinningum av religión. Tí religión hevur allar fortreytir til at skapa stríð! Og eg vil fara so langt og siga, at religión skapar eina glíðibreyt í hjartanum, sum við tíðini førir til kúgan, harðskap og óndskap!



Um eg eri partur av einum bólki og sigi: Vit hava sannleikan og vit verða frelst av at útinna hendan sannleika – so má hetta føra til eina kenslu av stórlæti og stoltleika mótvegis teimum, sum ikki hava sannleikan og ikki útinna hann.



Tað næsta sum hendir er atskiljing. Tú hevur lyndi til at taka teg aftur frá slíkum ó-reinum fólkum. Tú verður avvandur við tey og við tíðini førur fyri at trúgva alt tað ringasta um tey. Tú gert tær stereotypir og karikaturar av teimum. Og til endans ert tú før fyri at luttaka í og stuðla útstoytanini og kúganini av teimum menniskjum, sum eru av aðrari fatan enn tú! Tú kanst ómenniskjaliggera tey í hugaheiminum og fáa kenslu av, at tey hava uppiborið tað ringasta.



Ok – síðani hetta er veruleikin um religión, hvat skulu vit so gera við trupulleikan? Vit mugu gera okkurt!



Tað finnast sjálvandi fleiri boð. Og eitt sera sterkt boð uppá loysn, sum vit hoyra allastaðni í dag er: 

Avmarkað religión til tað privata rúmið!



Hesin háttur sigur: Vit eru ikki móti religión. Haldið endiliga tað, tit halda – um himmal og helviti osfr.



MEN




Haldið hana fyri alt í verðini fyri tykkum sjálvi.



Og so siga fólk víðari: Lat okkum vera samd um tvey ting:



Fyri tað fyrsta, at allar religiónir føra eins væl til Guðs. Um øll kunnu semjast um hetta, so vil ongin royna at umvenda onnur og so kunnu øll liva í kærleika og friði.



Fyri tað næsta, at hóast religión allarhelst er fínt til privata uppbygging, skal tú lata vera við at koma út í tað almenna og kjakast um virðir, sum eru grundaði í tíni religiøsu sannføring.



Tað fyrsta fyrst: Allar religiónir føra til Guðs! Eitt kent argument fyri hesari lívsáskoðan er søgan um teir blindu menninar og fílin. Søgan gongur soleiðis:



Nakrir blindir menn komu einaferð fram á ein fíl og teir høvdu aldrin hoyrt um fíl áður. Tann eini følir uppá síðuna á fílinum og sigur: Fílur er eitt stórt flatt dýr, eins og ein veggur.



Tann næsti fær fatur í halanum og lýsir fílin sum langan og klænan, sum eitt tog.



Tann triði fær fatur í beinið og lýsir fílin sum eitt tjúkt og hart dýr, sum eina stólpu.



Og teir byrja at kjakast. Tín lýsing av fílinum er skeiv, mín er røtt. Og sum teir kjakast, síggja vit, at teir hava allir rætt og allir skeivt.



Allir hava fatur í ein part av fílinum og lýsa ein part av honum. Men ongin sær allan sannleikan um fílin. Tískil skal ongin av teimum siga, at teir síggja allan fílin.



Allir síggja part av veruleikanum, men ongin sær allan veruleikan! Allir hava lutvíst rætt og lutvíst skeivt!!! Og út frá hesum kunnu vit gera niðurstøðuna:



Allar religiónir eru eins og allar føra til Guðs.




Allar religiónir síggja partar av andaliga sannleikanum, ongin sær allan. Ongin skal gera krav uppá at síggja allan sannleikan. Og tað er óivað fleiri av tykkum, sum lurta nú, sum vilja nikka játtandi inntil víðari..



Men kunnu vit spyrja:



Hvør er tað, sum sigur seg síggja allan fílin?



Hvør er tað, sum kann siga um teir blindu menninar, at teir einans síggja partar av fílinum? Einasti háttur, tú kanst siga, at ongin av teimum blindu megnaði at lýsa allan sannleikan um fílin er:



Um tú heldur teg síggja allan fílin. Einasti vegur tú á nakran hátt kanst vita, at allar religiónir einans síggja part av sannleikanum er, um tú gongur út frá, at einans tú sært allan andaliga sannleikan!




Og hetta var júst tað, sum tú segði, at ongin kundi.



Tú segði fyrst: ongin sær allan sannleikan.



Øll síggja einans partar av andaliga veruleikanum – uttan tú!!!



Sært tú ikki hvussu hástór/ur tú ert?



Tá tú sigur við ein annan: Ongin hevur sannleikan, sum er yvir øllum øðrum, so gert tú krav uppá at hava sannleikan, sum tú sigur er meira sannur enn alt annað.



Og tá tú sigur, at ongin skal royna at umvenda nakran til sín andaliga veruleika, so er tað júst ein roynd at umvenda meg til tín andaliga sannleika.



Og lat okkum so hyggja at tí seinna:



Sum er: Halt religiónina fyri teg sjálvan í tínum privatlívi og lat hana endiliga styrkja teg.




Men Guð náði teg, um tú kemur út í tað almenna og argumenterar um virðir og rætt og skeivt við støði í tínari religión! Og argumentið siga tey er:




Tú MÁST lata tín átrúnað vera heima, tá ið tú kemur út í tað almenna at kjakast, tí annars fara øll upp at klandrast og onki kemur burturúr. Tí átrúnaður er trúgv, og ongin kann sum so mótsiga nøkrum, sum vit øll vita ikki passar allíkavæl.



Lat okkum heldur tosað um, hvussu vit loysa teir veruligu trupulleikarnar, sum bjóða okkum av, so sum skúlaverkið, fátækradømið, politisk lógarsmíð og samfelagið annars.



Men lat meg so spyrja teg: hvat er átrúnaður?



Í breiðastu týðing er átrúnaður: Eitt sett av svarum til lívsins stóru spurningar. Hví eru vit her? Hvat er rætt og skeivt hjá menniskjum at gera?



Hvat er galið við menniskjum og hvat er besti máti at loysa trupulleikan?



Hvussu avgera vit rætt og skeivt?



Hvat áttu vit at nýtt tað mesta av okkara tíð til?



Ongin kann liva uttan eina djúpa sannføring um svar uppá lívsins stóru spurningar og tey svarini eru í minsta lagi undirliggjandi religiøs! – tí tú kanst ikki prógva í einum laboratorium, hvat rætt og skeivt er ella hví vit eru her.



Óansæð hvat títt svar er uppá sokallaðar veruligar avbjóðingar, so botnar títt svar í tíni djúpastu sannføring, Tín djúpa sannføring er = ein trúaráskoðan. Og lat meg vísa, hvussu ómøguligt tað er at lata sína sannføring – óansæð karakterin av henni – liggja heima.



Lat meg taka eitt dømi:



Í kjakinum um hjúnaband. Aah, ikki aftur at tvætla um hjúnaband! Eg velji hetta evnið við vilja, tí tað er so nógv kjakað seinastu árini og verður kjakað víðari komandi árið! Lat okkum einans tosa um hjúnabandslógir, sum bara rigga. Sum øll kunnu vera samd um.



Men sært tú:



Hetta avhongur av, hvat tú sært vera endamálið við hjúnabandinum. Óansæð, hvat tú metir endamálið at vera, so er tað grundfest í tíni grundleggjandi sannføring um, hvat tað vil siga at vera menniskja, hvør meiningin er við kærleika, hvat er satt og gott osfr.



Til dømis:



Um tú hevur eina vesturlendska, einstaklinga- mentan, so er sannlíkt, at tú heldur tørvurin hjá einstaklinginum hevur STØRRI týdning enn tørvurin hjá familjuni. Tí vilt tú – eins og nógv her í Føroyum – síggja endamálið við hjúnabandi vera:



– Kenslulig eydna og nøgdsemi hjá teimum vaksnu.



Og tú vilt harvið lóggeva samsvarandi hesi sannføring. Eitt nú viðv. hjúnaskilnaði. Um hetta er sannføringin, so eiga fólk lættliga at kunna skiljast. So skjótt tey ikki føla eydnu og nøgdsemi í hjúnabandinum, so skulu tey sleppa at skiljast skjótt og lætt.



Hinvegin – um tú hevur eina meira siðbundna sannføring, har familjan hevur størri týdning enn eydnan hjá einstaklinginum. Og meiningin við hjúnabandinum er at skapa trygga og góða rammu um familjuna og børnini og samfelagið sum heild. So vil tú lóggeva samsvarandi tíni sannføring og gera hjúnaskilnað torføran.



Tað sum eg vil vísa við døminum er: Eingin kemur til nakra niðurstøðu uttan at taka atlit til sínar egnu, grundleggjandi sannføringar um, hvat er gott fyri menniskju. Og um tú tí sigur:



Halt religión og tína trúgv heima privat.



Tað tú veruliga sigur er: Mín sannføring er meira røtt enn tín! Eg kann taka mína sannføring við í kjakið, men Guð náði tykkum kristnu, um tit taka tykkara sannføring við í almenna kjakið.



Hetta verður sagt hvønn dag og tíbetur eru tað fleiri og fleiri, sum fáa eyguni upp fyri, hvat fyri hyklarí hetta er! Øll hava niðurstøður, sum eru grundaðar á trúgv. Og øll halda, at sínar niðurstøður eru betri enn tær hjá øðrum og harvið áttu øll at vent um og tikið mína niðurstøðu til sín og so vildi heimurin verið eitt betri stað!



Øll hava eitt sett av svarum, sum ekskludera ella styggja fólk, og tískil er týdningarmikli spurningurin IKKI: Hvør styggir hvønn, men veruligu spurningurin er:



Hvat fyri sett av svarum, sum ekskludera, leiða til tann mest elskandi, fevnandi og fyrigevandi atburðin? Og samstundis erliga og áminnandi?



Latið vera við og sigið, at kristin hava ekskluderandi boðskap, tí í veruleikanum hava øll ein slíkan boðskap – tú kennir kanska bara ikki teg sjálvan nóg gott!



Og lat meg so vísa, hvat er so serstakt við Jesusi, sum vil geva tær kraftina til at vera ein sannur umboðsmaður hjá Guði her á jørð! Jesus sigur um seg, at hann er vegurin, sannleikin og lívið – og harvið EINASTI vegur til Guðs.



Hann er sostatt ikki einans menniskja, sonur Mariu og Jósef, timburmaður o.s.fr. Men Guð bleiv menniskja í Jesusi Kristi – og UM hetta veruliga er so, hevur hetta øgiligar fylgjur! Í øllum øðrum religiónum verður sagt:



– Tú verður frelst við at útinna sannleikan!



Elska Guð! Elska menniskju! Gera so og so!



Og um Guð sær, at tú elskar seg og menniskju – Um Guð sær, at tú skikkar tær væl – so vil Guð vælsigna teg og frelsa teg!



Tað er ikki tað, sum gleðiboðskapurin er yvirhøvur!



Jóhannes – sum endurgav Jesu orð, vegurin, sannleikin og lívið – skrivaði eisini nøkur brøv og har skrivaði hann:




”Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Guð, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara.”



Guð kom inn í hendan heim og ofraði sítt lív, fyri menniskju, sum:



Ikki elska hann



Ikki elska næsta sín sum sjálvan seg



Sum ikki eru góð, sum ikki eru rættvís.



Jesus er ikki fyrst og fremst ein lærari, sum kom fyri at læra okkum, hvussu vit eiga at liva og blíva frelst við at liva soleiðis, sum Guð vil.



Hann er heimsins Frelsari!!



Hann segði: Kom til mín! Hann livdi tað lív, tú og eg áttu at liva og hann doyði tann deyða, tú og eg havi uppiborið at doyð – í okkara stað!



So at: Ikki-elskandi menniskju kunnu verða frelst av Guðs náði!



Og hvat so, kunnu vit spyrja?



Er ikki meiningin, at vit øll bara skulu elska hvønn annan? Sum John Lennon ynskti? Jú – og trupulleikin er, at av tí, at øll eru bundin av sínum djúpt elskaðu sannføringum og hesar sannføringar eru so sterkar, at tær enntá leiða menniskju til at hata hvønn annan, noyðast menniskju støðugt at krevja sín rætt og hevja seg uppum onnur. Og síggja niður á onnur. Í religión verður tú frelstur av tínari atferð og tað er tað, sum skapar glíðibreytina til, at tú verður noyddur til at hevja teg uppum onnur, vera betri enn onnur og síggja niður á onnur. Sjálvrættvísi – og at vera betri enn onnur, tað er tað sum leiðir til kúgan!




Men eg sigið tykkum, at sekularisma er ikki frægari!



Sekularistarnir eru eins sjálvrættvísir sum moralistarnir. Tey siga: Vit eru tey upplýstu – tit tey býttu, primitivu, naivu, trúgvandi. Tit eru orsøkin til allar heimsins trupulleikar! Og umvent moralistarnir hyggja at sekularistunum og siga: Tit eru trupulleikin. Trupulleikin er, at báðir partar halda seg vera betri enn hini.



Men gleðiboðskapurin! Gleðiboðskapurin er einasta trúarskipan, sum hjálpir tær at síggja, at tú ikki ert betri enn onnur menniskju. At tey, sum ikki trúgva, sum tú trýrt, ofta eru betri enn tú. Tí gleðiboðskapurin sigur, at tú verður ikki frelst við at vera betri, vísari ella meira elskandi, men tú verður frelst, tí at JESUS elskaði og livdi tað fullkomna lívið, sum ein og hvør okkara átti at liva. Og tú fært ikki lut í frelsuni uttan so, at tú vilt viðganga, at tú ert IKKI betri enn nakar annar og ert ein syndari, sum hevur brúk fyri Guðs náði! Og tí leiðir gleðiboðskapurin okkum til at vænta, at vit eru niðast og harvið ongan rætt hava at hyggja niður á nakran annan.



Við øðrum orðum eyðmýkir Jesus teg frammanfyri øðrum menniskjum, sum ikki eru samd við tær. Og harvið leiðir Jesus okkum til at tæna menniskjum, sum ikki eru samd við okkum. Og tá vit síggja Jesus á krossinum ístaðin fyri okkum, hvussu kann tað annað enn leiða til tann mest fevnandi hugburðin, sum hesin heimur so inniliga longist eftir?



Tá síggja vit ikki bara ein mann á krossinum, men Guð sjálvan.



Sum doyr fyri menniskju, sum ikki elska hann;




Fyrigevur menniskju, sum píndu og spottaðu hann;



Offrandi tænti menniskjum, sum vóru sínir fíggindar!



Og tá ið tú tekur hendan kærleika inn í títt hjarta, og sært, at tú var sokkin so djúpt í synd og sjálvsøkni, at Guð mátti gerast menniskja og ofra sítt lív fyri at vinna teg aftur – so er tað ein kraft sum ger teg føran fyri at tæna og elska menniskju, sum standa longst burtur frá tær!



Duga tit ikki at síggja tað?



Øll hava sannleikskrøv, men hvat fyri sett av svarum gevur tey mest elskandi menniskjuni?



Tak moralska religión inn í títt hjarta og tú fert at føla teg høgt hevjaðan upp um sekularistin.



Tak sekularismu inn í títt hjarta og tú fert at føla teg høgt hevjaðan í mun til hasi tápuligu religiøsu menniskjuni.




Tak gleðiboðskapin – tak Jesus Kristus – inn í hjartað og tú vilt verða eyðmýktur frammanfyri fólki, sum ikki trúgva tí, tú trýrt. Men samstundis hava frímóð at tæna einum og hvørjum, eins og Jesus hevur tænt tær!



So vil eg at enda siga:



Tú, sum ídag trýrt á Jesus, vil eg eggja til at trúgva enn meira og djúpri á hann! Hav frímóð í trúnni – eisini í almenna rúminum!



Og til tín, sum ikki kennir Jesus: Kom til hann, sum er vegurin, sannleikin og lívið – hann er ikki ein abstraktur sannleiki, men ein veruligur persónur, ið tú kann hava livandi felagsskap við!