Rættarmálið móti Eikmonnunum byrjar 15. januar


Rættarmálið, har Fíggjarligt støðufesti stevnur oddamenninar í Eik Banka, byrjar mánadagin 15. januar.





Fíggjarligt Støðufesti stevnir menninar fyri 150 milliónir krónur, men teir stevndu fara at krevja frídøming.



Viðgerðin, sum fer fram í Føroya Rætti, og har 140 vitni skulu avhoyrast, endar ikki fyrrenn í august 2019, skrivar Kringvarpið.



Tað var á sumri 2016, at Fíggjarligt Støðufesti stevndi Fritleif Olsen, nevndarformanni í Eik, Oddd Bjellvåg, næstformanni, Marner Jacobsen, forstjóra, Bjarna Olsen, stjóra, og Hans Laksá, grannskoðara.