Ran hevur landað 200 tons av botnfiski í Kollafirði

Trolarin Ran hjá Thor í Hósvík, kom beint fyri jól á Kollafjørð, har teir skuldu landa.

Ran hevur verið til fiskiskap í altjóða sjógvi, og nú teir komu heim høvdu teir 200 tons av búrfiski, og øðrum botnfiski.

Veiðan varð landað í Kollafirði, og Hans Andrias Kelduberg, reiðari, upplýsir at Ran fer aftur til fiskiskap ein av komandi døgunum.

Tá ið Ran loysir aftur, fara teir á Flemish Kap, har teir skulu fiska svartkalva og kongafisk, upplýsir reiðarin.