Reka nú grind inn á Syðrugøtu



Grindin sum slapp í morgun er nú funnin aftur, og verður í løtuni rikin inn á sandin í Syðrugøtu.





Bátar, sum vóru farnir út til grindina tá, fóru at leita og teir funnu hana aftur. Tveir bátar funnu hana og fingu rakstur á.





Nú eru eini átta bátar, og tað gongur skjótt. Í løtuni eru teir út fyri Mjóvanes, upplýsir Jacob Vestergaard, sýslumaður.





Talan er um einar 100 hvalir.