Samfelagsfrøði í sjeynda flokk


Sjeyndu flokkarnir í føroyska fólkaskúlanum hava í ár fyri fyrstu ferð samfelagsfrøði á tímatalvuni.




Mentamálaráðið skrivar á heimasíðuni, at tey ungu hava sjálvi ynskt sær lærugreinina, og nú er hon vorðin kravd lærugrein tveir tímar um vikuna í sjeynda flokki. Komandi ár fær eisini 8. flokkur samfelagsfrøði, og í 2019 verður tað víðkað til eisini at fevna um 9. flokk.



Nýggj lærubók er eisini gjørd til høvið, ið Eyðna Magnussen hevur ritstjórnað. Lena Jacobsen hevur týtt og tillagað úr norskari lærubók, og Eyðna Magnussen hevur somuleiðis týtt og tillaga læraravegleiðingina og framleitt praktisku uppgávurnar.



Undirvísingin verður tó eitt sindur øðrvísi enn í øðrum lærugreinin, tí ætlanin er, at næmingarnir í størri mun skulu út at gera uppsøkjandi arbeiði, fyri at læra nakað um samfelagið.



- Eg havi gjørt nakrar spurnarkanningar fyri at fáa nýggj og álítandi hagtøl um vanarnar hjá okkara ungu. Og innkomnu svarini hava táttað í 100%. Tey ungu halda tað vera stuttligt, at tey soleiðis sjálvi verða við í undirvísingartilfarinum, sigur Eyðna Magnussen við heimasíðuna hjá Mentamálaráðnum um nýggju lærugreinina.



Málsetningurin við lærugreinini er at læra tey ungu, hvussu okkara samfelag er skipað, og at fáa tey virkin í samfelagnum – eisini í kjaki.



- Tey ungu skulu verða tilvitað um, at tey eisini eru ein partur av heildini og at eisini tey kunnu ávirka avgerðirnar, sum verða tiknar.