Sára og Vár gjørdu tað aftur: Gull og Bronsa

Triðja dagin á rað vóru Sára Nysted og Vár Eidesgaard báðar uppi á sigurspallinum í fyrstu svimjikappingini.





Í kvøld er triði finaludagurin í svimjing, og í fyrstu kappingini fyri kvinnur, 400 metra frí, gjørdist tað enn einaferð dupult. Og enn einaferð var tað unga Sára Nysted, sum fór við gullinum. Hon svam í tíðini 4:21,27.





Vár Eidesgaard kom inn sum nummar trý við 4:24,72, og fekk harvið bronsu.





Alt bendir á enn eitt kvøld við klirrandi heiðursmerkjum til Føroyar kring svimjingarhylin.