Seks fólk handtikin í Belgia


Løgreglan í Brússel handtók í gjár seks persónar undir illgruna fyri at hava samband við bumbuálopini á belgiska høvuðsstaðin týsdagin, skrivar belgiska tíðindastovan, Belga.





Handtøkurnar fóru fram í býarpartunum Jette og Schaerbeek. Eingi skot vórðu latin av, men løgreglufólkini vórðu tungt vápnað í sambandi við handtøkurnar, skriva belgiskir fjølmiðlar.





Teir skriva, at handtøkurnar høvdu samband við álopini í Brússel týsdagin, tá sjálvmorðsbumbufólk drupu yvir 30 fólk.





Belgiska ákæruvaldið hevur eisini upplýst, at løgreglan hevur framt fimm húsarannsóknir í Brússel, Jette og Schaerbeek.





Eisini belgiski løgmálaráðharrin hevur skrivað á Twitter, at seks fólk eru handtikin. Einki er tó komið fram um samleikan hjá teimumhandtiknu, skrivar Ritzau.