Setið ferðina niður: Fleiri ferðsluóhapp í dag


Fleiri ferðsluóhapp eru hend seinnapartin, og Landsverk heitir á fólk um at seta ferðina niður.



Seinnapartin rendu tveir bilar saman við Landsfjósið hjá Landsverk.



Trý onnur ferðsluóhapp eru eisini hend fyrr í dag. Tey hendu í Klaksvík, Havn og í Hvalbiartunnlinum.



Vegirnir verða saltaðir og grivnir har tað er neyðugt, men heitt verður á fólk um at koyra eftir umstøðunum.



Fylgið við koyrilíkindunum á forsíðuni.