Skipasøga: Kallast nú Nuevo Barca


Fyrrverandi føroyski flakatrolarin Vesturvón hevur nú fingið navnið Nuevo Barca og heimstað í Vigo í Spania.






Tað var í fjør, at felagið hjá Anfinnur Olsen í Fuglafirði keypti verksmiðjutrolarin Odra frá einum týskum felag, og skrásetti skipið í føroyska flotanum fyri Vesturvón. Skipið fekk navnið Akraberg, sum er eitt kent skipanavn í Fuglafirði.






Vesturvón fór seinni niður til Týsklands har skipið hevur ligið til nú. Nuevo Barca er nú ávegis til Spania og verður væntandi í Vigo sunnudagin.






Vesturvón varð bygd í 1987. Tað var Ólavur Petersen og aðrir, sum bygdu flakatrolaran, men fyri nøkrum árum síðan keypti Anfinnur Olsen skipið. Vesturvón var skrásett í Sørvági øll árini skipið var heimahoyrandi í Føroyum.