Soleiðis fer H-bygningurin at síggja út


Arbeiðið at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum er í gongd, og nú ber til at síggja hvussu hann fer at taka seg út.





Bygningurin er partur av eini langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum.





Hetta byggistigið fevnir um nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk.





Í kjallaranum verður tøknirúm til hitapumpur, seingjavaskisentralur, høvuðsgoymsla, parkering og rúm til burturkast. Samlaða gólvvíddin er 14.500 fermetrar.

Meira kann lesast um hetta á landsverk.fo.