Soleiðis sær Caroline-lágtrýstið út úr erva



Bretski veðurstovnurin hevur valt at kalla ódnina, sum herjar í løtuni fyri Caroline. Og Caroline er hugtakandi at líta á uttan úr rúmdini.





Hesa myndina hevur hevur Aqua Modis fylgisveinurin hjá amerikanska rúmdarstovninum tikið í morgun og Servere Weather Europe lagt út á Twitter.





Tað serliga við hesi myndini er – um tú hyggur nærri – at inni í miðdeplinum á víðfevnda lágtrýstinum síggjast tveir smáir meldrar.