Soleiðis vinnur FCK seg víðari í Evropa League


FC Keypmannahavn hevur ein síðsta møguleika at spæla seg víðari í Evropa League kappingini, tá síðsta leikumfar í bólkaspælinum verður spælt í kvøld.





FCK spæla í kvøld á heimavølli ímóti FC Sheriff, sum liggur fremst í bólkinum. FC Sheriff hevur 9 stig, meðan Lokomotiv Moskva hevur 8 stig, og FCK hevur 6 stig. Niðast í bólkinum er Zlin við 2 stig.



FCK skal vinna dystin í kvøld fyri at spæla seg víðari. Við einum sigri í kvøld klatra FCK upp á liðina á FC Sheriff í stigum, men av tí at FCK við sigri í kvøld fáa fleiri stig í innanhýsis dystunum, fer FCK framum FC Sheriff á stigatalvuni. Og so er líkamikið hvussu Lokomotiv Moskva klára seg í dystinum móti Zlin.



Skal FCK gera sær vónir um at enda á fremsta plássi í bólkinum, skulu teir vinna sín dyst, meðan Lokomotiv Moskva tapir sín dyst á útivølli ímóti Zlin.



Men skuldi Lokomotiv Moksva spæla javnleik, meðan FCK vinnur, so gerst støðan torskilt, skrivar TV2. Tá enda FCK, Lokomotiv Moskva og FC Sheriff á 9 stigum. Síðani skal tað avgerast við innanhýsis dystunum, men her vinnur FCK á FC Sheriff, FC Sheriff vinnur á Lokomotiv Moskva, meðan Lokomotiv Moskva vinnur á FCK.



So skal hyggjast eftir málúrtøkuni í innanhýsis dystunum. Vinnur FCK við tveimum málum, so spæla teir seg víðari. Men vinna teir bert við einum, so skulu teir skora nógv mál. Tá skal liðið úr Keypmannahavn vinna við 4-3 ella meir fyri at spæla seg víðari í kappingini.



Hvussu er og ikki, so verður spennandi í Telia Parkini í kvøld.