Soleiðis verður U21 liðið mannað


Venjarin hjá U21-landsliðnum, Eli Hentze, og hjálparvenjarin, Hegga Samuelsen, hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja ímóti Danmark á Tórsvølli klokkan 16.



Í dag klokkan 16:00 spælir føroyska U21-landsliðið næsta dystinum í undankappingini til EM 2019. Mótstøðuliðið er Danmark, og nú er greitt hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari senda á vøllin frá byrjan.




Elias Rasmussen verður á mál, og í føroysku verjuni verða Benjamin Heinesen, Bartal Wardum, Ólavur Niclasen og Erlendur Magnusson. Á miðvøllinum verða Teit Jacobsen, Hákun Edmundsson, Betuel Hansen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð. Í álopinum verður Jákup L. Thomsen.




Eykaspælarar verða Karstin Hansen, Ari Olsen, Jann Benjaminsen, Petur Knudsen, Búi Egilsson, Meinhard E. Olsen og Bjarni Petersen.




Ókeypis atgongd er til U21-dystin millum Føroyar og Danmark, sum verður floytaður í gongd á Tórsvølli klokkan 16.