Spania koyrt venjaran tveir dagar áðrenn HM


Spania hevur koyrt venjara sín, Julen Lopetegui, tveir dagar áðrenn fyrsta HM dystin hjá liðinum.



Spanska fótbóltssambandið boðaði fyri løtu síðani frá at sáttmálin varð uppsagdur.



- Vit hava verið noyddir at sleppa okkum av við landsliðsvenjaran. Vit ynskja honum alla eydnu, segði forsetin í spanska fótbóltssambandinum Luis Rubiales.


Í gjár varð almannakunngjørt, at 51 ára gamli Julen Lopetegui skrivaði undir trý ára sáttmála við Real Madrid.



Hetta fekk øði í spanska fótbóltssambandið, sum visti av ongum.



- Sáttmálasamráðingarnar millum Lopetegui og Real Madrid eru farnar fram uttan at spanska fótbóltssambandið visti av nøkrum. Vit fingu boð um at Lopetegui fór til Real Madrid 5 minuttir áðrenn tíðindafundin, sigur Rubiales.

Les eisini: Nýggjur venjari í Real Madrid