Spennandi botndystur í Klaksvík í kvøld


Hvonn kappingin, sum hevur ligið still síðan miðjan januar, fer í gongd aftur í kvøld, tá ið botnliðini Stjørnan og StÍF hittast í Klaksvík.


Liðini bæði liggja ávikavist aftast og næstaftast í Hvonn deildini við 4 stigum hvør,


StÍF liggur á einum 5. plássi í deildini, meðan Stjørnan liggur aftast í deildini við einum verri málmuni enn StÍF. Tað eru sjey stig upp til nummar fýra í deildini, VÍF, sum hevur 11 stig.


Seinast Stjørnan og Stíf spældu í Hvonn kappingini í Klaksvík var tann 30. oktober í fjør, tá ið dysturin endaði við javnleiki 20-20, eftir at Stjørnan annars hevði verið á odda 18-12 nakað út í seinra hálvleik.


Dysturin ímillum StÍF og Stjørnuna á Skála tann 19. desember í fjør endaði somuleiðis við javnleiki. Tá var endaliga støðan 19-19.


Dysturin í kvøld byrjar kl. 18.30.


Støðan í Hvonn kappingini


1. Neistin 14 375 285 90 24



2. Kyndil 14 354 285 69 24



3. VB 13 346 353 -7 13



4. VÍF 13 323 341 -18 11



5. StÍF 13 242 299 -57 4



6. Stjørnan13 270 347 -77 4