Stjórnarskipanin: Lítla Dímun skotin 100 ár aftur í tíðina


Hevur Stjórnarskipanin tikið hædd fyri øllum oyggjunum í Føroyum?



Soleiðis spyr Róin Schrøter, formaður í Lítlu Dímun, á Facebook.



- Um so er, so er Lítla Dímun skotin 100 ár aftur í tíðina, so sæð við okkara eygum er handverki eitt kloddaverk, sigur Róin Schøter.



Í stjórnarskipanaruppskotinum stendur, at tað skal verða ein mannarættur at ganga frítt í haganum. Hetta merkir, at hvalbingar missa ræðirættin yvir Lítlu Dímun, sum teir keyptu í 1850 frá tí almenna á almennari uppboðssølu. Ein ræðirættur, sum hvalbingar hildu varð tryggjaður í grundlógini.



- Og tað kann taka gundarlagið burtur undir tí arbeiði við ferðafólkum, vit hava roynt at fáa uppá beinini seinastu árini.



Róin Schrøter væntar, at skal tað verða frítt at ganga í haganum, verður torført at viðlíkahalda oynna. Hetta kann gera tað beinleiðis vandamikið at ganga uppá oynna.



- Tað, vit ræðast allarmest, er, at eitt vitleyst, ella vandamikið lív verður gerandiskostur í Oynni, og hetta kann hava hættisligar aveliðingar við sær. Hvør hevur tá ábyrgdina av trygdini?



Hann endar við inniliga at heita á landsins fólkavaldu, at broyta paragraffina um fría hagagongu, so hædd verður tikin fyri teimum umstøðum sum eru, tá ferðast skal á Lítla Dímun.