Stórdystur í Europa League í kvøld


Fyrstu áttandapartsfinalurnar í Europea League verða spældar í kvøld. Fleiri evropeisk stórlið eru í kappingini og serliga er tað dysturin á San Siro í Milano, sum eygu venda sær móti.



Italska stórliðið AC Milan tekur í kvøld ímóti enska stórliðinum úr London, Arsenal. AC milan hevur seinastu árini antin luttikið í Europa League ella slett ikki luttikið í evropeiskum kappingum, meðan hetta er fyrstu ferð í 20 ár, at Arsenal ikki er við í Champions League kappingini. Talan er um tvey stór lið, har bæði stríðast við at koma upp aftur á hægstu tindarnar, og tí verður spennandi at síggja leikin, tá tey kappast um møguleikan at vinna seg víðari í Europa League.



Atletico Madrid og Borussia Dortmund eru tvey onnur lið, sum vanliga eru at finna í Champions League. Atletico Madrid var í finaluni í 2015, har liðið tapti móti grannunum úr Real Madrid. Í kvøld eitur mótstøðan Lokomotiv Moskva og metast má, at Atletico eru stórfavorittar at vinna á heimavølli.



Borussia Dortmund var í Champions League finaluni í 2013, tá teir taptu ímóti landsmonnunum úr Bayern Munchen. Borussia Dortmund spælir í kvøld ímóti Salzburg, sum má metast at verða løtt mótstøða.



Dystirnir í kvøld:



Kl. 18:00



AC Milan – Arsenal



Atletico Madrid – Lokomotiv Moskva



Borussia Dortmund – Salzburg



CSKA Moskva – Lyon



Kl. 20:05



Lazio – Dynamo Kyiv



Marseille – Athletic Bilbao



RasenBallsport Leipzig – Zenit St. Pætursborg



Sporting CP – Viktoria Plzen