Stóreldur herjar í Kalifornia


Fleiri hundrað sløkkiliðsfólk stríðast í Suðurkalifornia, har stóreldur herjar. Fleiri enn 100.000 fólk eru evakueraði, og vandi er fyri, at sterkur vindur fer at gera støðuna nógv verri.




Stóreldurin hevur tikið ræðið á fleiri økjum, og umboðsmaður fyri sløkkilið í Kalifornia sigur, at tað er ógvuliga sannlíkt, at náttin og dagurin verða sera avbjóðandi, skrivar CNN.



Nógvi vindurin í Kalifornia saman við óvanliga turrari luft ger at eldvandin er óvanliga høgur.