Stórt skelti í Hoyvík: - Ikki eta grind


Fólk, sum hava koyrt til Havnar í dag, hava nokk verið noydd at hyggja meiri enn einaferð, í tí tey koyrdu framvið Mannbrekku.



Á húsunum, sum venda oman móti Hvítanesvegnum, hongur stóra skelti, sum sæst á myndini ovast á greinini.



Á skeltinum stendur:



- Ávaring: Eitraður! – Grind kann skaða heilsu tína! Tað er ikki vandaleyst at eta tvøst og spik av grindahvali – et heldur fisk, sum er heilsugóður !



Niðast á lýsingini stendur heimasíðan www.grindahvalur.org at lesa.