Streymslit í Norðoyggjum: Streymurin komin aftur


Fyri løtu síðani fór streymurin í Norðoyggjum og í Leirvík. Tað gekk tó ikki lang tíð, so høvdu norðoyingar aftur streym.






Hetta upplýsir Eirikur Norðberg á SEV, sum sigur at streymurin bara var burtur í einar 5-10 minuttir.





Tað er framvegis veðrið sum argar, og tey eru væl mannaði á SEV, skuldi streymurin farið aftur í nátt, verður upplýst.





Í illveðrinum fyrrapartin fór streymurin í fleiri støðum kring landið, men í flestu førum gekk tað ikki lang tíð, so var hann aftur.