Sverri er vorðin donsk vón um OL-heiðursmerki



- Eg geri tað fyri at vinna. Tað er tí eg brúki so nógva tíð upp á hetta.





Soleiðis sigur føroyski rógvarin, Sverri Nielsen, sum nú knappliga er vorðin stóra vónin um danskt gull til komandi olympisku leikirnar í Japan um trý ár.





Eftir at hann í eini test hjá Team Danmark slóð øll met í kropsligari orkuframleiðslu, er 23 ára gamli vágamaðurin vorðin áhugaverdur hjá donskum miðlum. ”Watt-monstrið” verður hann nú kallaður.





Les eisini: Sverri Nielsen bergtekur danir: 537 watt í seks minuttir





TV2 hevur í dag lagt gjørt eitt innslag við føroyska rógvifenomeninum, sum nú er vorðin OL-favorittur í bátaslagnum singlesculler.





Sjálvur sigur Sverri, at hann enn vantar eitt sindur av venjing í bátinum áðrenn hann vil gerast til OL-favorittur.





Venjarin hjá danska rógvilandsliðnum, Brian Richardson, er ikki í iva um, at Sverri kann koma langt við sínari rógving.





- Hann kemur at berjast millum tey bestu, og eitt OL-heiðursmerki er ikki langt av leið, sigur hann í innslagnum hjá TV2, sum sæst her.