Svimjing: Føroyar í 8 av 11 finalum í kvøld

Føroyar eru við í átta av teimum 11 finalunum, sum verða í svimjihøllini í kvøld. Eitt sindur snópisligt er kanska, at vit ikki eru umboðað í tí allar seinastu finaluni, nevniliga liðkappingini, har kvinnur og menn luttaka saman.





Men kortini, kann roknast við fleiri glitrandi heiðursmerkjum í kvøld. Tveir føroyingar eru við í tveimum teimum fyrstu, og størstu vónir eru helst til 400 metrar frí við harrum, har Óli Mortensen og Marius Gardshodn svumu ávikavist skjótast og næstskjótast, júst sum teir gjørdu til fyrstu finaluna á longsta teininum, 1500 metrum.





Føroysku finaluplássini í kvøld eru hesi:





100 metra blandað, kvinnur:
Best tíð: Sára R. Nysted, 1:05,93
Fjórbestu: Beinta P. Debes, 1:07,43





400 metra frí, harrar:
Best tíð: Óli Mortensen, 3.59,54
Næstbest: Marius I. Gardshodn, 4:00,93





200 metra firvald, kvinnur:
Best tíð: Jana B. Thomsen, 2:23,83





100 metra frí, kvinnur:
Fimtbest: Signhild D. Joensen, 59,15





50 metra rygg, kvinnur:
Triðbest: Signhild D. Joensen, 29,35





200 metrar bringa, menn:
Næstbest: Alvi Hjelm, 2:25,31
Triðbest: Róland Toftum, 2:27,46





4x100 metrar blandað, kvinnur:
Næstbest: Føroyar (Beinta P. Debes, Vár E. Eidesgaard, Signhild D. Joensen, Sára R. Nysted), 4:23,75





4x100 metrar frí, menn:
Fjórðbest: Føroyar (Marius I. Gardshodn, Alvi Hjelm, Óli Mortensen, Rókur Trygvason), 3:36,01



4x50 metrar frí, kvinnur og menn:
(Føroyar (Vár E. Eidesgaard, Alvi Hjelm, Jana B. Thomsen, Róland Toftum) gjørdust nr. 6 og komu ikki í finaluna)