Team Hydra í EM finaluni í estetiskum fimleiki


Liðið Hydra úr Ljósinum hevur vunnið seg í EM finaluna í estetiskum fimleiki.


Leygardagin var Team Hydra úr Ljósinum við í EM undankappingini í estetiskum fimleiki, ið verður hildin í Tallinn í Eysturríki.


Liðið hevði eina heilt góða framførslu, sum gav teimum 14,55 stig, og hetta var nóg mikið til at geva teimum pláss í finaluni, ið verður í dag.



Málið hjá teimum var at koma í finaluna, og eru tær tí sera fegnar um, at hetta eydnaðist.


Finalan hjá kvinnum byrjar klokkan 11.30 føroyska tíð, og til ber at fylgja við her.