Temakvøld um tvingsil í psykiatriini


Fyrilestur um tvingsil í psykiatriini verður hildin á árliga aðalfundinum hjá Sinnisbata, sum er felag, ið hevur til endamáls at bøta um korini hjá teimum, ið hava sálarsjúku.



Tórmóður Stórá, serlækni í psykiatri á Landssjúkrahúsinum, fer at halda fyrilesturin, sum verður 21. februar kl 19:00 í Laðabrekku 1 í Havn.