Tilhaldið í Tórshavn fyllir 20 ár


Tilhaldið í Tórsgøtu í Tórshavn fyllir 20 ár mánadagin 12. mars. Fyri at hátíðarhalda hetta heldur Tilhaldið føðingardag í hølunum í Tórsgøtu.



Umframt hátíðarhaldið verður eisini val til nevndina.



Týsdagin 13. mars verður hald í auluni í Finsen.



Endamál Tilhaldsins er at geva pensjónistum í Tórshavnar kommunu møguleikar at hava ein innihaldsríkan gerandisdag og at varðveita og menna heilsuna. Tilhaldið er størsta høli í kommununi, har eldri fólk kunnu hittast til ítriv og prát.



Tilhaldið lat upp í 1998. Har ber til hjá pensjónistunum at spæla kort, fáa undirvísing í teldu, lesa bløð, hoyra fyrilestrar og ymiskt annað.