Tóku trupla vegin til finaluna


Áland vann í kvøld flogbóltsdystin móti Føroyum 3-1. Ein sera javnur dystur, sum kundi farið báðar vegir, men sum hevur við sær, at Føroyar fáa tað sera trupult, tað sum eftir er av kappingini.





Vinnandi liðið í kvøld kom á fyrsta pláss og skal tíð spæla móti nummar tvey í hinum bólkinum. Føroyar blivu nummar tvey og skulu tí spæla hálvfinalu móti nummar eitt í hinum bólkinum - Sarema, sum higartil hevur vunnið allar sínar dystir trygt.





Føroyar løgdu annars út við at vinna fyrsta sett. Men taptu tey trý næstu. Men ein sera javnur dystur.





Sett úrslitini:
25-21
20-25
21-25
23-25

Síggj myndir frá dystinum her